Fréttir

Kvøða flutt í Føroyum - Steingrímur J. Sigfússon

14.11.2008

fareyski_faninn
fareyski_faninn

Æraði løgtingsformaður, æraðu løgtingsmenn, góðu vinir okkara í Føroyum, brøður okkara og systur

Eg skal bera tykkum eina heilsu frá íslendska Altinginum og tí íslendsku tjóðini. Tað er mær ein sonn fragd at vitja í Føroyum og ikki minst at vitja Føroya løgting, bróðurting íslendska Altingisins.

Høvuðsendamálið við vitjanini er at bera tykkum tøkk, eina stóra tøkk, frá íslendsku tjóðini, frá forsetanum, Altinginum, ríkisstjórnini og  øllum íslendingum, fyri tær fjálgu kenslur og tann stórsinnaða atburð, ið tit hava víst. Íslendska tjóðin hámetur slíkt. Tað fløvaði og kveikti ljós hesa myrku tíðina at frætta, at føroyingar ætlaðu at rætta okkum eina hjálpandi hond í tí truplu støðu, vit eru komin í, og at tað varð gjørt á so stórslignan hátt.

Høvdu onnur grannalond lutfalsliga og í mun til tjóðarúrtøkuna veitt okkum henda stuðul, hevði høvuðstrupulleiki okkara verið at tikið støðu til, hvørji lán vit áttu at valt. Støðan er tíverri heilt onnur. 

Føroyingar vísa við hesum, sum so mangan áður,  at teir eru av sonnum ein brøðratjóð. Vit, sum minnast nakað langt aftur í tíðina, vita, hvørjir vóru fyrstir at rætta okkum eina munagóða, hjálpandi hond, tá ið tað fór at goysa í Vestmannaoyggjunum í 1973,  og tá ið skalvalop og skaðatilburðir vóru á Vestfjørðum fyri gott tíggju árum síðan.

Eg havi mangan hildið, at vit íslendingar áttu at verið meira medvitaðir um, hvør er okkara veruligi granni, okkara dyggasti stuðul og nærmasti skyldmaður, og hvør roynist best, tá ið á stendur. Brøðratjóðin í ein landsynning úti í Atlantshavinum, føroyingar. 

Eg eri stoltur av at hava roynt at røkja hesi bond og bera so í bandi, at tey verða knýtt báðar vegir. Sum formaður Tingmannaráðs útnorðurs mótmælti eg á sinni kravinum um, at føroyskar veiðiheimildir undir Íslandi áttu at verið skerdar, tá ið illa gekst í íslendsku fiskivinnuni og kvoturnar vórðu lækkaðar. Ávísir íslendskir reiðarar kravdu um tað mundið, at føroyska kvotan varð minkað, enntá heilt burturbeind. Men tíbetur varð tað ikki so, og síðan hevur - bæði nú og mangan áður - víst seg, hvussu virðismikið er við góðum samstarvi okkara ímillum, eitt nú sínámillum samstarvi á fiskivinnuøkinum.

Rætt er at leggja afrat, at vit íslendingar eisini eru takksamir fyri vinir aðrastaðni í heiminum, og sigast kann, at Norðmenn hava - bæði í mun til hinar Norðurlandatjóðinar og aðrar grannatjóðir - víst okkum serligt fyrilit og roynt at rætta okkum eina hjálpandi hond í tí truplu støðu, vit eru komin í. 

Veruleikin er tann, at Ísland  er komið í rættiligt óføri. Høvuðsábyrgdin er okkara. Vit hava víst gáloysni og gloymt okkum burtur. Vit hava ikki víst nóg mikla ansni, og tá ið eg sigi “vit”, meini eg als ikki við alla tjóðina,  men ein og hvør má bera byrðuna, og tað er einki høpi í at skylda upp á onnur. Kortini er tað so, at altjóðafíggjarkreppan og tey harðligu  - fyri ikki at nýta orðið fíggindaligu - tiltøk, ið Bretar og enntá aðrar tjóðir, hava tikið stig til,  hava verið við til at koppa banka- og fíggjarkervinum í Íslandi.

Tit føroyingar kunnu vera vísir í, at vit fara at hóra undan. Vit hava áður siglt vandasjógv og havt torfør mál at takast við, vit hava baksað okkum ígjøgnum og reist okkum av nýggjum, júst sum tit. Ísland er ekki farið av knóranum. Íslendska ríkið hevur altíð rindað tað, ið rindast skal, á altjóðapallinum, og tað er tí svárt at uppliva, at heiður okkara og æra hevur verið fyri smeiti í altjóðahøpi vegna óábyrgar og váðafúsar fíggjar- og framtaksmenn, og vegna ta sannroynd, at ráðandi ríkisstjórn og eftirlitsstovnar lótu vera at tátta í. Stjórnmálaskipanin sveik. Fíggjar- og eftirlitsstovnarnir hava svikið. Enntá fjølmiðlarnir og samfelagskjakið hava ligið av sær sjóvarfallið og ikki verið nóg greinandi og dømandi ella sæð tað illveðurslýsi, ið tók seg upp úti í havsbrúnni tey seinastu árini. 

Vit mugu læra av slíkum mistøkum, gevast at vera markleyst slúkin og vilja fáa óendaliga nógv burturúr. Henda kós hevur blindað okkum og verið alt ov ríkjandi í okkara lítla landi, júst sum skilið er víða um í vesturheiminum.

Ísland er tó ikki farið av knóranum og Ísland er ekki sokkið. Bankarnir eru farnir og fíggjarspekulantarnir hava mist nógv, men tað hevði ikki verið so nógv at harmast um, um ikki kostnaðurin, ið fylgir slíkum hernaði, hevði endað hjá sjálvari tjóðini, tí meininga manninum.  

Tíbetur er stirðil í íslenskum vinnulívi og veiggj í íslendskum bygnaði, vit eru útbúgvin og upplýst, ein norrøn lýðræðistjóð, ið eigur at megna at finna lógligar og friðarligar loysnir. Harðskap  og ruðulleika hava vit ikki fyri neyðini.

Tað verður íslendska fiskivinnan, íslendski landbúnaðurin og matframleiðslan, ferðavinnan, útflutningsvinnan, orkan, ljósið, hitin úr orkukeldunum og møguleikar okkara at bróta burtur úr nýggjum, ið fer at fáa okkum burtur úr hesi ódnini, reisast av nýggjum og byggja landið. Tað verður eitt ódnartak, men tað ber til, og tað fer at eydnast.  

Vit mugu eisini reinsa okkum og vinna okkum líkindasess í altjóðasamfelagnum av nýggjum, ásanna, at vit eru álitisfólk, ein heiðurlig  og arbeiðssom tjóð, ið rindar tað, ið rindast skal. Men tað er torført, tá ið aðrar tjóðir, - enntá tjóðir, ið vit hava hildið vera vinartjóðir og hava havt samstarv og vinarlig samskifti við, - hvørki skilja støðuna ella stuðla okkum.

Eg eri sannførdur um, at júst verandi umstøður og tað arbeiði, ið er fyri framman, ger sambandið og samstarvið við Norðurlond og Útnorður enn dýrmætara enn áður, og tað styrkir okkum og eggjar okkum til at merkja tann samhug, ið tit hava víst okkum. 

Ein smátjóð hevur til eina og hvørja tíð fyri neyðini at stríðast fyri lívinum. Einki, ið hevur við fíggjarviðurskifti ella stjórnmálaligt sjálvstøði at gera, er sjálvsagt um aldur og ævir. Tað er altíð neyðugt at geva slíkum gætur, hjúkla um og varðveita.

Tað er kortini vert at leggja sær í geyma, at stórtjóðir kunnu eisini rena seg í boðar og sker, og sjálvt tey størstu ríkjasambondini og landabólkarnir kunnu verða kutað sundur. Romaveldið fall at enda, tað forna Romaríkið, sum í søguhøpi hevur verið tættast við at ráða yvir mest sum øllum tí kenda heiminum, tað skinklaði og fall at enda, so -  tá ið gáað verður eftir – er tað ikki støddin alleina, ið borgar fyri trygd og dygd. 

Ísland fer at klára seg og bera seg manniliga í tí stóra tjóðarsamfelagnum. Á stórum fundi í Reykjavík seinasta leygardag har ein av fundarmonnunum vildi vera við, at hann fyri fyrstu ferð skammaðist at vera íslendingur, segði eg meg vera stoltan av at vera íslendingur, og at eg ætlaði mær altíð at vera tað. Men eg eri so sanniliga argur og illur inn á tey menniskju og ta megi og kós, ið er farin so illa við landinum og tí orði, ið vit hava á okkum úteftir. Vit mugu bøta um hetta, og í slíkum høpi er óneyðugt at fara yvir ánna eftir vatni at leita eftir royndum. Tit, føroyingar, kunnu vera vísir í, at teir trupulleikar, ið tit høvdu at stríðast við fyri gott tíggju árum síðan, eru ovarliga í huga okkara, og vit ætla okkum at royna at læra av tykkara royndum, og hvussu tit megnaðu at koma ígjøgnum, bæði av tí, ið eydnaðist væl, og tí, ið ikki gekst so væl í hond. Vit fara eisini at leggja okkum í geyma, hvussu dugnaligir og treystir, tit vóru, og at tit ikki fullu í fátt -  slíkt brýnir og eggjar. Tit góvu ikki skarvin yvir, men reistust við virðing og seiggi, og tað er undurnarvert, hvussu væl tað hevur gingist her í Føroyum aftur tey seinastu árini.

Æraði Løgtingsformaður, æraðu løgtingsmenn, kæru brøður og systur í Føroyum. 

Eg endurtaki tøkk og heilsu frá íslendsku tjóðinni og ynski tykkum alt tað besta í lívi tykkara og starvi.

Eydna og heiður fylgi Føroyum.

Senda grein


 

Þetta vefsvæði byggir á Eplica